Meksikanar tysja til amerikanska markið

Meksikanar tysja til amerikanska markið
Altjóða farsóttarreglan "Title 42" er sett úr gildi, og meksikanskir migrantar royna nú at sleppa inn í USA
Meksikanar í hópatali fara um Rio Grande-ánna í eini roynd at sleppa um markið til USA
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.05.2023 - 14:16

Nú alheimsfarsóttarreglan "Title 42" er tikin av í USA, væntast rok við markið millum USA og Meksiko.

Í morgun okkara tíð ógildaði USA reglurnar umtilflyting, sum vórðu settar í gildi undir korona, skrivar NRK.

Fleiri túsund migrantar eru savnaðir við markið millum USA og Meksiko, meðan tey bíða eftir, at "Title 42" verður sett úr gildi.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Reglan kom í 2020, tá Donald Trump var forseti í USA. Hon gav myndugleikunum í USA møguleika at burturvísa tíggju túsundtals migrantar við markið vegna smittuvanda og uttan at geva teimum møguleika fyri friðskjóli. 

Tríggjar milliónir fólk eru víst aftur við markið síðani tá.  

At reglan nú fer úr gildi, gevur migrantunum møguleika at fáa umsóknirnar um friðskjól viðgjørdar av nýggjum.

Forsetin í USA, Joe Biden, hevur sent 1500 hermenn til markið. 

 

1500 amerikanskir hermenn eru sendir til markið millum USA og Meksiko. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050