Kanning: Kvinnur leggja størri dent á átrúnað enn menn

Kanning: Kvinnur leggja størri dent á átrúnað enn menn
30 prosent av kvinnunum svara, at átrúnaður hevur sera stóran týdning, men bara 19 prosent av monnum halda tað sama
Viðvíkjandi politisku høgra- og vinstraásini liggja tey allarflestu kring miðjuna, vísir kanningin. (Savnsmynd)
 
12.05.2023 - 09:54

Tá ið kvinnur í Føroyum siga seg vera liberalari og vinstrahallari enn menn, er nærliggjandi at hugsa, at átrúnaður hevur minni týdning fyri kvinnur enn menn.

Men so er ikki, staðfestir Javnstøðunevndin í kanning síni um javnstøðu í Føroyum.

Føroyskar kvinnur leggja størri dent á átrúnað enn føroyskir menn. 

Sambært úrslitunum hjá Javnstøðunevndini, siga fleiri kvinnur enn menn, at átrúnaður hevur sera stóran ella nokk so stóran týdning í lívinum.

 

Fróðskaparsetrið gjørdi stóru hugburðskanningina um javnstøðu í Føroyum fyri Javnstøðunevndina, Demokratia og Almanna- og mentamálaráðið. Hoyr samrøðu við Regin Berg, samfelagsfrøðing:

 

12052023_Regin_Berg_um_javnstodukanning

 

Regin Berg, samfelagsfrøðingur. 

 

30 prosent

Heili 30 prosent av kvinnunum svara, at átrúnaður hevur sera stóran týdning, meðan 19 prosent av monnunum svara tað sama. 

Í hinum borðinum svara tvífalt so nógvir menn sum kvinnur, at átrúnaður als ongan týdning hevur í lívinum. Hetta úrslitið samsvarar við altjóða gransking, har kvinnur í størri mun enn menn svara, at átrúnaður hevur stóran týdning. 

Hesi úrslit merkja, at átrúnaður, politisk sannføring og hugsjónarligur samleiki ikki altíð ganga hond í hond, og at konservativ ella høgravend sannføring ikki neyðturviliga hongur saman við átrúnaðarligum samleika.

Úrslitini kunnu geva ábendingar um, at týdningurin av átrúnaði hevur ymsar politiskar ella hugsjónarligar niðurstøður hjá monnum og kvinnum, staðfestir Javnstøðunevndin.

 

Tey flestu eru á miðjuni

Viðvíkjandi politisku høgra- og vinstraásini liggja tey allarflestu kring miðjuna.

27 prosent siga seg liggja mitt í, meðan 24 prosent siga seg vera høgrumegin miðjuna og 26 prosent vinstrumegin. 

Tá ið hugt verður at liberalum ella konservativum virðum, broytist myndin, har fólk ikki í sama mun trunkast á miðjuni. 

Tann størsti bólkurin, sum er 28 prosent, sigur seg vera sera liberalan, og onnur 24 prosent bara liberal. 

Bert 21 prosent halda seg vera konservativ ella sera konservativ.

Í hesum spurningi er aftur munur á monnum og kvinnum.

Í miðal svara kvinnur í størri mun, at tær hoyra til tann liberala vongin, og í miðal eru fleiri menn antin mitt í ella á tí konservativa vonginum, staðfesta úrslitini av kanningini hjá Javnstøðunevndini um javnstøðu í Føroyum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109