EUROVISION: Føroyskir viðmerkjarar til seinnu hálvfinaluna

EUROVISION: Føroyskir viðmerkjarar til seinnu hálvfinaluna
Gunnar Nolsøe og Siri Súsonnudóttir Hansen viðmerkja seinnu hálvfinaluna í Eurovision-sangkappingini, sum verður í kvøld klokkan 20.
 
11.05.2023 - 12:26

Tað er í kvøld, at seinna hálvfinalan í Eurovision-sangkappingini fer av bakkastokki í Liverpool Arena.

Og tað er eisini í kvøld, at føroyski Rani Petersen, kendur sum Reiley, fer á pallin við sanginum "Breaking my Heart".

Kringvarpið sendir seinnu hálvfinaluna, og føroyingar kunnu fylgja við, meðan Gunnar Nolsøe og Siri Súsonnudóttir Hansen fara at siga frá.  

Danskir undirtekstir verða vístir, tá ið vertirnir tosa á enskum. 

Sum nakað nýtt kunnu fólk úr øllum heiminum gera sína atkvøðu galdandi í ársins Eurovision-sangkapping. 

Men sambært reglunum í sangkappingini kunnu fólk, sum eru stødd í Føroyum ella í Danmark, ikki atkvøða fyri Reiley, sum umboðar Danmark í Eurovision.

Tað ber til at atkvøða á heimasíðu, við SMS ella við at taka niður Eurovision-appina. Tú kanst lesa meira um reglurnar fyri atkvøðugreiðslu til ársins Eurovision her

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594