
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj útvarpssending: Vinur mín í Vínlandi

Langa fríggjadag er nýggj sending í útvarpinum, "Vinur mín í Vínlandi". Djóni í Geil yrkti eina vísu í 1874, sum hann kallaði "Vínur mín í Vínlandi" um vinmannin Johannus Sámalson, sum flutti til Amerika við konuni Agnes tvey ár frammanundan. Hann hevur onki frætt frá vinmanninum, síðani hann fór og hugleiðir um støðuna.
Í dokumentarisku ljóðmyndini leita vit fram hugleiðingar um nýgifta parið úr Havn og teirra lagnu. Niðanfyri eru ymsar myndir, sum Magni Arge hevur leitað fram í sambandi við sendingina.
Mynd av handritinum hjá Djóna í Geil.
Djóni í Geil yrkti í 1874 longsulskvæðið “Vinur mín í Vínlandi” um Jóhannus Sámalson, sum fór yvir til Kanada tvey ár frammanundan saman við konuni Agnes Nicolajsen Skaale. Hann skrivaði á føroyskum, men brúkti eitt slag av ljóðskrift.
Niclas Johannesen hevur gjørt eitt lag til yrkingina, sum verður at hoyra í sendingini. Jens Marni Hansen syngur, meðan Finnur Hansen spælir undir.
Klaverspælið gongur aftur í sendingini, tí snikkarin Jóhan Samuelsen tók, sum frá leið, við leiðsluni í einum felagi, sum framleiddi klaver.
Agnes og Johannes Samuelsen búsettu seg í Toronto í kanadiska statinum Ontario í 1872, og vóru tey fyrstu føroysku niðursetufólkini í Kanada, sum vit vita um. Hann var snikkari, og hon seymaði fyri fólk í Havn, áðrenn tey fóru úr Føroyum.
Jóhannes var av Eiði og triðelstur av 8 systkjum. Mamman var dóttur Pól á Látrinum, sum fleiri ferðir hitti kong. Einaferð fekk hann ein fína pípu frá honum og lovaði ongantíð at selja hana. Tað gjørdu hvørki hann ella dótturin, tí hon gav soninum pípuna. Helst tí hann skuldi hava okkurt minni við sær úr Føroyum.
Á myndini situr hann við pípuni heima í stovuni í Toronto, meðan Agnas hevur tikið stokkarnar fram.
Hvussu gekst hesum fólkunum og teirra eftirkomarum? Og er pípan framvegis til? Tað eru spurningar, sum Magni Arge setti sær, tá hann fór at leita eftir vininum hjá Djóna í Geil í Vínlandi.
Føroysku niðursetufólkini fingu ein son í 1874, og hann var kallaður upp eftir abbunum í Føroyum, Sámali og Nikláa. Kanadiska versiónin var Samuel Nicholas Samuelson, og hann rópti seg vanliga Nicholas. Hann syrgdi fyri, at foreldrini bæði vóru løgd til hvíldar lið um lið á kirkjugarði í Toronto við einum tignarligum gravsteini.Nicholas fekk tvær døtur og búði meginpartin av lívinum í New York. Hann doyði í 1953 í Kalifornia og liggur grivin har.
Nicholas – ella Niklái, sum familjan í Eysturoynni róptu hann – fekk 5 abbabørn. Tvey teirra eru systkinabørnini John Scott Canaan og Barbara Walthers. John Scott Canaan hevur ført ættina víðari og eigur fýra børn og 10 abbabørn. Tey eru fimta og sætta ættarlið frá fyrstu føroysku niðursetufólkunum í Kanada og búgva øll í USA.
Magni Arge sigur frá í útvarpinum langa fríggjadag klokkan 14.15 í dokumentarisku ljóðmyndini "Vinur mín í Vínlandi – um fyrstu føroysku niðursetufólkini í Kanada."