Semingsroyndin heldur fram í morgun

Semingsroyndin heldur fram í morgun
Semingsstovnurin, Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið sótu til seint í gjárkvøldið
Semingsmenninir, Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsen, eru komnir upp í sáttmálatrætuna millum Skipar- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.05.2023 - 08:25

Semingsstovnurin heldur fram klokkan hálvgum tíggju í morgun við royndini at fáa semju í sáttmálatrætuni millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið.

Semingsstovnurin kallaði partarnar saman klokkan tíggju í gjár. Teir sótu til seint í gjárkvøldið.

Semingsroyndin er í Sjómansheiminum í Klaksvík.

Semingsstovnurin var boðsendur í síðstu viku.

Sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið vardi til 1.apríl.

Samráðingarnar byrjaðu 12.apríl.

3.mai sendi Skipara- og Navigatørfelagið boð eftir Semingsstovninum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109