- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ógreitt um geislavirkið útlát verður mátað í Føroyum
Søgan um mátingarnar er tann, at fyri umleið 15 árum síðani var ein mátari keyptur, sum var settur upp á Sornfelli.
Hann virkaði í nøkur ár og sendi mátingarnar til danska tilbúgvingarstovnin, sum samstarvar um økið við aðrar tilbúgvingarstovnar í ES-londunum.
Hesin mátaði í nøkur ár, men eftir at hava rikist sum tongul í brimi millum ymsar stovnar í landinum, har eingin veruliga tók ábyrgd fyri honum, hildu mátingarnar uppat. Síðani hevur mátarin staðið óbrúktur á Sornfelli.
Vørn fær uppgávuna
Í 2021 fekk Vørn uppgávuna at fáa gongd á mátingarnar aftur, og í januar í fjør var ein nýggjur mátari keyptur fyri umleið 100.000 krónur og settur upp á Veðurstovuni í Havn, sum Vørn umsitur.
Ynskiligt hevði verið at keypt ein mátara aftrat fyri umleið somu upphædd fyri møguligt at staðfesta, hvat slag av geislavirknum evni, talan er um. Fólk á stovninum hava verið á skeiði hjá danska tilbúgvingarstovninum í august í fjør at læra seg at brúka mátaran og umsita hann rætt.
Síðani er tað hent, at Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur fingið ábyrgdina av mátaranum og peningin, sum fylgdi við til umsitingina av honum.
Aftrat hesum hevur Vørn tríggjar handhildnar mátarar, sum til ber at fara við út um landið at gera mátingar.
Eingin ábyrgd
Sum skilst er tað sama við at henda nú, at eingin veruliga tekur ábyrgd fyri mátingini av møguligum geislavirknum evnum í Føroyum, og at tað, sum áður nevnt, manglar ein mátari aftrat, sum kann staðfesta, úr hvørjum evnum møguligar geislingar stava.
Tað hevur ikki borið til at fáa viðmerking frá stjóranum í Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum um, hvat stovnurin ætlar at gera fyri at fáa røkt økið til fulnar og tryggja, at til ber at gera nøktandi mátingar um møgulig geislavirkin útlát í Føroyum.