- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kjarnorkukavbátur í Nólsoyarfirði - Arbeiðseftirlitið hevur tilbúgving
Í Føroyum er ein geislavirknistilbúgving, sum mátar geislavirkni í luftini.
Tað sigur Leivur Persson , stjóri á Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, sum er leiðari fyri tilbúgvingini í Føroyum, nú kjarnorkurikni amerikanski kavbáturin, San Juan, fyrrapartin kom í Nólsoyarfjørð.
San Juan er kjarnorkurikin, og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.
Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.
San Juan var við í NATO-venjingini Dynamic Mongoose 2023, sum eisini var við Føroyar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Leivur Persson sigur, at seinasta árið ella so hava trý ella fýra kjarnorku-rikin før verið í føroyskum sjógvi.
Í einari møguligari tilbúgvingarstøðu er Kringvarpið fremsti kunningarmiðilin.