- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pengar til fríðkan og trivnað
Pengar til fríðkan og trivnað
Eysturkommuna hevur sett av 100.000 krónur til endamálið, og umsóknarfreistin er 22. mai
07.05.2023 - 16:12
Borgarar í Eysturkommunu kunnu nú søkja um stuðul til ymiskar smærri fríðkandi verkætlanir í kommununi.
Hetta kunnu vera smærri verkætlanir, so sum smærri gøtur, grøn økir og smærri trivnaðarøkir.
Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum til at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum.
Stuðul kann vera játtaður, um ein verkætlanin er alment gagnlig, hevur eina kostnaðarmeting og eina tíðarætlan, og stuðulin umfatar tilfar og ikki arbeiðsløn.
Eysturkommuna hevur sett av 100.000 krónur til endamálið, og umsóknarfreistin er 22. mai.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV