Íslendingar ræðast vápn

Íslendingar ræðast vápn
Men ongastaðni er vápnalóggávan strangari enn í Íslandi
Lógin er strong, men íslendingar ræðast kortini vápn.
 
07.05.2023 - 10:34


Samstundis sum talið á íslendingum, ið eiga vápn veksur, stúra alsamt fleiri íslendingar fyri ognarskapi av vápnum.

Ein nýggj kanning, sum Maskína hevur gjørt, vísir, at næstan helvtin ella um 46 prosent av teimum spurdu stúra fyri ognarskapi av vápnum.

Tað skrivar Morgunblaðið.

Formaðurin í íslendska skjúttafelagnum er bilsin av kanningini, men heldur úrslitið standast av søgunum um skjóting í øðrum londum, ið javnan eru at hoyra.

Áki Ármann Jónsson vísir á, at í øðrum londum eru flestu skottilburðir í stórbýum, men í Íslandi eru flestu vápnini úti á bygd, tí tey verða brúkt til veiðu.

Hann sigur, at ongastaðni er vápnalóggávan strangari enn í Íslandi, og at neyvan finst nakað tryggari land í so máta enn Ísland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050