1.090 fólk fríað í Filipsoyggjum

1.090 fólk fríað í Filipsoyggjum
Filipinsku myndugleikarnir hava fríað yvir túsund fólk úr fleiri asiatiskum londum, sum høvdu sitið sum fangar í Filipsoyggjum.
Mynd: AFP  
 
06.05.2023 - 22:01

Har vórðu tey noydd at arbeiða við at svika á internetinum, og fyri tað mesta skuldu tey royna at lokka fremmandafólk at keypa krypto-gjaldoyru ella seta pengar inn á falskar kontur.

- Tilsamans er tað eydnast okkum at bjarga yvir 1.000 fólkum, sigur ein talsmaður fyri filipinsku myndugleikarnar.

- Passini vóru tikin frá teimum fangaðu fólkunum, ið síðani vórðu noydd at arbeiða í upp til 18 tímar um samdøgrið.

Millum teirra, ið eru fríað í filipinska átakinum, eru borgarar úr Malaysia, Thailandi, Taiwan, Myanmar, Hong Kong og Nepal, skrivar AP-tíðindastovan.

Í minsta lagi 12 fólk eru handtikin og eru undir illgruna at hava skipað fyri menniskjahandlinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050