Sudan: Samráðast um vápnahvíld

Sudan: Samráðast um vápnahvíld
Hvørgin parturin í stríðnum er tó sinnaður at tingast um annað enn eina humanitera vápnahvíld
 
06.05.2023 - 13:10

Sudanski herurin hevur sent eina sendinevnd til saudiarabiska býin, Jedda, har skipaðar eru friðartingingar um vápnahvíld í Sudan.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan frá keldum í sudanska herinum.

Báðir partar í stríðnum, sudanski herurin og hálvhernaðarligi bólkurin, RSF, siga seg bara vera til reiðar at tingast um eina humanitera vápnahvíld, men ikki um ein enda á stríðnum í Sudan.

Tingingarnar eru partur av eini felags roynd hjá USA og Saudiarabia at fáa frið í lag í Sudan.

Ófriður hevur valdað í afrikanska landinum síðani miðskeiðis í farna mánaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050