Viðmerkjari: Frágreiðingin frá Sjúrði Skaale er góð fyri kjakið

Viðmerkjari: Frágreiðingin frá Sjúrði Skaale er góð fyri kjakið
Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen, politiskir viðmerkjarar, vóru í Breddanum fyrrapartin
Málið um russlandssáttmálan hevur verið ov afturlatið, heldur Eirikur Lindenskov, viðmerkjari. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
04.05.2023 - 15:31

Málið um avtaluna við Russland hevur verið so afturlatið, at tað er gott, at Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur gjørt eina frágreiðing.

- Tað er gott fyri kjakið og fólkaræðið, heldur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri og politiskur viðmerkjari. 

Hann sigur, at tað einasta, sum almenningurin hevur fingið at vita seinasta hálva árið, er, at tað stendur nøkulunda upp og niður í avtaluni millum Føroyar og Russland.

Árni Gregersen, viðmerkjari, heldur, at skilt eigur at vera ímillum frágreiðingina, sum Sjúrður Skaale hevur latið gera, og frágreiðingina, sum landsstýrið arbeiðir við.

Landsstýrið skal taka nógv onnur atlit enn tey, sum standa í frágreiðingini hjá fólkatingsmanninum, heldur hann.

Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen vóru í Breddanum fyrrapartin.

 

Sí videobrot við teimum báðum her:

 

 

ARNI_EIRIKUR

 

Hoyr allan Breddan her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386