Norski tjóðbankin hækkar aftur rentuna

Norski tjóðbankin hækkar aftur rentuna
Leiðandi rentan er nú 3,25 prosent, og væntandi hækkar hon enn meira í summar
Norski tjóðbankin sigur, at Vøksturin í norska búskapinum er minkaður, men nógv virksemi er framvegis.
 
04.05.2023 - 14:53

Norski tjóðbankin hækkar leiðandi rentuna 0,25 prosentstig, upp í 3,25 prosent. 

Tað boðaði bankin frá fyrrapartin.

Ikki síðani fíggjarkreppuna í 2008 hevur rentan verið á so høg.

Miðbankin sigur, at tørvur er á hægri rentu fyri at minka prísvøksturin, sum er oman fyri tvey prosent, ið er málið

 

Minni vøkstur, men nógv virksemi

- Vøksturin í norska búskapinum er minkaður, men nógv virksemi er framvegis. Arbeiðsmarknaðurin er undir trýsti, og lønarvøksturin verður helst størri enn í fjør, sigur tjóðbankin.

Bankin boðar samstundis frá, at leiðandi rentan fer helst at hækka upp í 3,5 prosent í juni.

Hvussu rentan verður eftir tað, veldst um búskaparligu gongdina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050