Russland skuldsetur Ukraina fyri at leypa á oljureinsiverk og Kreml

Russland skuldsetur Ukraina fyri at leypa á oljureinsiverk og Kreml
Ukrainski forsetin vísir skuldsetingunum aftur. Zelenskyj sigur, at slík atsókn hevði provokerað Russland at herða krígsatgerðirnar
Ukrainski forsetin vísir aftur, at Ukraina hevði nakað við dronuálopið á Kreml at gera.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.05.2023 - 08:21

Russland skuldsetur Ukraina fyri fyrranáttina at hava skipað fyri dronuálopinum, har eldur kom í part av einum oljureinsiverki har suðuri í Russlandi. 

Russiska tíðindastovan Tass skrivar, at talan er um Ilskij-oljureinsiverkið, sum er nærindis býnum Novorossijs á landnyrðingsstrondini við Svartahavið.

Tað er ikki váttað frá óheftum keldum, og sambært Tass, er ógreitt, hvør skipaði fyri álopinum.

Álopið, sum russarar siga hevur verið, kemur eftir at Russland hevur skuldsett Ukraina fyri álopið á Kreml. 

 

Dronuálop á Kreml

Sambært russiskum myndugleikum, skulu tvær dronur verða skotnar niður, tá tær vóru á veg móti Kreml gjáranáttina. 

Russiskir netmiðlar skriva, at myndugleikarnir í Russlandi síggja hendingina sum eitt álop á russiska forsetan, Vladimir Putin. 

Men ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vísir aftur, at Ukraina hevur nakað við dronuálopið at gera.

- Tí slík atsókn hevði provokerað Russland til at herða krígsgerðirnar, sigur leiðandi embætisfólk á skrivstovuni hjá ukrainska forsetanum. 

Russiskir myndugleikar siga, at Putin ikki var í Kreml, tá dronuálopið sigst vera farið fram.

Sambært russiskum tíðindaskrivi, skutu russiski herurin og trygdartænastan báðar dronurnar niður, við hjálp frá radarskipanum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050