Ákæruvaldið vil hava afturlatnar hurðar

Ákæruvaldið vil hava afturlatnar hurðar
Claus Hjort Frederiksen, fyrrverandi verjumálaráðharri, er ákærdur fyri at avdúka ríkisloyndarmál
Claus Hjort Frederiksen, fyrrverandi verjumálaráðharri, uttan fyri býarrættin í Keypmannahavn í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.05.2023 - 14:40

Býarrætturin í Keypmannahavn fer í dag taka støðu til, um rættarmálið ímóti Claus Hjort Frederiksen, fyrrverandi verjumálaráðharra, skal vera fyri afturlatnum hurðum ella ikki.

Claus Hjort Frederiksen er ákærdur fyri at avdúka ríkisloyndarmál.

Fyrrverandi vinstramaðurin hevur fyrr sagt, at hann er ákærdur fyri at hava fortalað seg í samrøðum við fjølmiðlar. 

15. desember 2021 umrøddi hann millum annað samstarvið millum fregnartænastuna hjá donsku verjuni, FE, og USA í sendingini Lippert á TV2:

 

03052023_Claus_Hjort_1

 

Tað er ákæruvaldið, sum biður um afturlatnar hurðar, tá ið málið byrjar.

Tað snýr seg um trygdina hjá Danmark, sigur statsadvokaturin, Jakob Berger Nielsen.

- Trúnaðarupplýsingar skulu verða verandi trúnaðarupplýsingar, sigur hann.

Støðan hjá Claus Hjort Fredriksen og verja hansara er beint øvut, teir vilja hava, at almenningurin og fjølmiðlar sleppa til rættarfundirnar.

- Talan er um eitt politiskt mál, sum alment innlit eigur at vera í, segði Claus Hjort uttan fyri býarrættin fyrrapartin:

 

03052023_Claus_Hjort_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342