ES-lond avmarka korninnflutning úr Ukraina

ES-lond avmarka korninnflutning úr Ukraina
Fimm lond í ES siga, at bíliga ukrainska kornið hevur ávirkað egna framleiðslu
Øll onnur limalond í ES kunnu framvegis innflyta vørur úr Ukraina sum vant.t
 
03.05.2023 - 10:46

ES-nevndin avmarkar nú innflutning av korni úr Ukraina til Bulgaria, Ungarn, Póllands, Rumenia og Slovakia.

Avmarkingarnar eru galdandi til 5.juni, og skulu minka avlopið av korni í hesum fimm londunum.

Hesi fimm londini hava kært seg um, at bíliga ukrainska kornið, sum í stórum nøgdum er komið til londini, hevur ávirkað egna framleiðu.

Øll onnur limalond í ES kunnu framvegis innflyta vørur úr Ukraina sum vant, og tey fimm londini kunnu framvegis verða gjøgnumfarsland fyri ukrainskum korni.

ES hevur givið øllum vørum úr Ukraina innflutningsfrælsi sum liður í stuðlinum til landið eftir at Russland gjørdi innrás.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050