Kunningarátak skal forða flóttafólki at koma til Svøríkis

Kunningarátak skal forða flóttafólki at koma til Svøríkis
Svenska stjórnin fær stuðul frá Svøríkisdemokratunum til átakið
Maria Malmer Stenergard er ráðharri í migratiónsmálum í Svøríki.
 
03.05.2023 - 10:17

Svenska stjórnin er farin undir altjóða kunningarátak, sum skal  forða fyri, at flóttafólk koma til Svøríkis. 

Tað skrivar Expressen.

Maria Malmer Stenergard, migratiónsráðharri, segði á tíðindafundi í gjár, at broyttar mannagongdir verða gjørdar í flóttafólkapolitikkinum.

- Vit hava sæð stórar trupulleikar við integrering, sum ávirka alt svenska samfelagið, sundurskiljing, arbeiðsloysi og tørv á trygd, segði Stenergard.

 

Nógv flóttafólk eru komin til Evropa seinastu árini. Nú seta svenskir myndugleikar tiltøk í verk at forða flóttafólki at koma til landið. (Savnsmynd)

 

163.000 fólk komu i 2015

Kunningarátakið verður skipað saman við stuðulsflokkinum hjá stjórnini, Svøríkisdemokratunum, og snýr seg um at broyta myndina av Svøríki sum eitt stuðulsland.

- Fólk eru ofta væl kunnað, og tað er ein orsøk fyri at 163.000 fólk ferðaðust gjøgnum alt Evropa til lítla kalda Svøríki í norði í 2015. Tað var, tí tey vistu, at har eru linari reglur, segði Maria Malmer Stenergard, migratiónsráðharri, um altjóða átakið. 

Á tíðindafundinum kunnaði hon um átakið, sum eisini fevnir um kunning í útlendskum miðlum og á heimasíðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050