
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa eisini á Føroyabanka í ár

Línuskip og útróðrarbátar sleppa eisini at royna á Føroyabanka í ár.
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur sent uppskot um kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri at fiska botnfisk á Føroyabanka til hoyringar.
Skipanin er broytt sammett við 2022.
Fiskidagarnir býttir øðrvísi
Fiskidagarnir vera býttir øðrvísi millum bólkarnar enn í fjør.
Útróðrarbátarnir fáa lutfalsliga fleiri dagar, og línuskip fáa lutfalsliga færri dagar.
Ásett verður, at línuskip bara kunnu royna á Føroyabanka eftir hálvan august.
Skipanin fyri útróðrarbátarnar undir 15 tons í bólki 5 er eisini broytt í uppskotinum.
Í ár sleppa bara teir vinnuliga virknastu bátarnir á Bankan.
Í kunngerðini verður ásett, at línuskip bara kunnu royna á Føroyabanka eftir hálvan august. (Savnsmynd)
Avreiða fyri hálva millión
Fyri at fáa loyvi, skal báturin hava avreitt fyri 500.000 kr. ella meira í minst eitt av seinastu trimum árunum.
Í fjør fiskaðu útróðrarbátar undir 15 tons av felags fiskidøgum uttan avmarkingar.
Hetta verður nú broytt soleiðis, at eitt hámark verður sett fyri hvønn bátin.
Seljast á uppboðssølu
Sum nakað nýtt verður ásett, at øll veiða av Føroyabanka skal seljast um góðkenda uppboðssølu í Føroyum.
Hetta verður gjørt, sigur Fiskimálaráðið, fyri at fiskavirkini í Føroyum skulu fáa fiskin.
Sambært uppskotinum um kunngerð eru 330 fiskidagar á Føroyabanka í ár.
Havstovan mælir til 200 dagar.