Politiskt friðskjól í Íslandi: Fáa pening fyri at fara av landinum

Politiskt friðskjól í Íslandi: Fáa pening fyri at fara av landinum
Endamálið er m.a. at sleppa undan dýrum løgreglufylgi, tá ið útlendingarnir verða vístir av landinum 
Jón Gunnarsson er løgmálaráðharri í Íslandi. (Mynd: Kjarninn)
 
02.05.2023 - 09:30

Íslendski løgmálaráðharrin, Jón Gunnarsson, ætlar at rinda teimum, sum hava biðið um politiskt friðskjól, 3.000 evrur, ella  góðar 22.000 krónur, um tey sjálvboðin fara úr Íslandi, áðrenn tíðin, sum tey hava fingið uppihaldsloyvi í Íslandi, er farin.

Og umsøkjarin kann fáa upp í 1.000 evrur aftrat, um farið verður úr Íslandi fyri evstamark.

Er talan um barn, sum ongan hevur við sær, er upphæddin 1.500 evrur,  góðar 11.000 krónur, og eyka ískoytið er 500 evrur, 3.700 krónur. 

Ráðharrin sigur í viðmerkingum til uppskotið, at endamálið er m.a. at sleppa undan dýrum løgreglufylgi, tá ið útlendingarnir verða vístir av landinum. 

- Við hesi skipan fer íslendski landskassin at spara nógvar pengar, sigur Jón Gunnarsson í grundgevingini.

Skipanin hevur fyrr verið í gildi í Íslandi fyri asylumsøkjarar, sum biðja um at sleppa av landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050