- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA sendir kjarnorkuriknar kavbátar til Suðurkorea
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sudurkorea_og_usa.jpg?itok=h0RJWY_J)
USA fer nú fyri fyrstu ferð í 40 ár at senda kjarnorkuriknar kavbátar til Suðurkorea.
Tað hava Yoon Suk Yeol, forseti í Suðurkorea, og Joe Biden, forseti í USA, avtalað á fundi í Washington D.C.
Avtalan ber í sær, at Suðurkorea ikki sleppur at gera síni egnu kjarnorkuvápn
Biden sigur, at avtalan styrkir samstarvið í samgonguni, og at tað ræðir Norðurkorea at leypa á.
Í Norðurkorea halda tey hinvegin, at talan er um sera fíggindaligt virksemi móti landinum. Og tað kann bara gera sambandið millum tey trý londini enn verri.
Kim Yo-jong, lítlasystir norðurkoreanska leiðaran, Kim Jon-un, sigur soleiðis um avtaluna við norðurkoreanskar tjóðarmiðlar:
- Tess fleiri kjarnorkuroyndir, okkara fíggindar hava, og tess fleiri kjarnorkuvápn tei hava hava tætt við koreansku hálvoynna, tess meira fara vit at brúka okkara rætl verja okkum, sigur Kim Yo-jong.