Fimleikalandsliðið tikið út

Fimleikalandsliðið tikið út
Føroyska landsliðið í reiðskapsfimleiki, sum skal kappast á fimleikaoyggjaleikum á Álandi í summar, er tikið út
Aron D. Jacobsen er ein av teimum fjúrtan á fimleikalandsliðnum
Mynd: Føroya Fimleikasamband  
 
26.04.2023 - 12:40

Fjúrtan íðkarar eru við í hópinum, sum skal til Álands at kappast á fimleikaoyggjaleikunum í reiðskapsfimleiki í summar.

Tað er greitt eftir úttøkuvenjing um vikuskiftið, skrivar Føroya Fimleikasamband.

Hjá kvinnum er Marin Danielsen, Ronja Johannessen, Gunnvá Mørkøre, Astrid N. Breckmann, Anna Sofía Bjarnastein Højsted og Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag og Sesilia Biskopstø úr STØKK á liðnum.

Hjá monnum er Aron D. Jacobsen, Hjálmar Dalsgarð, Bjarki Johannessen, Teitur í Hjøllum og Rókur Vestergaard úr Havnar Fimleikafelag og Bjarki í Jákupsstovu og Ari Poulsen úr STØKK við  í hópinum.

Kappingin í reiðskapsfimleiki er á Álandi frá 3. til 8. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835