Fyrireika seg til næsta ár

Fyrireika seg til næsta ár
Ara kappast í unglingabólkinum fyri fyrstu ferð, men tær hava ongan at kappast ímóti. Tað er keðiligt, halda genturnar úr Ljósinum, ið brúka árið at fyrireika seg til næsta ár
24.02.2025 - 13:30

Ara vann unglingabólkin, tá onnur steypakappingin í estetiskum fimleiki var í Klaksvík um vikuskiftið. 

Tað kom ikki óvart á, tí tær úr Ljósinum eru nevniliga einastu unglingarnir í føroysku kappingini í ár. 

 - Vit taka hetta sum eina venjing, eftirsum tað er okkara fyrsta ár í unglingum, segði venjarin, Jenny Zachariassen, sum væntar, at tað vera fleiri lið at kappast ímóti næsta ár.

 - Vit tíma allar akkurát líka væl til venjing, tí vit elska at gera fimleik, men tað er kanska eitt sindur minni motiverandi, tá í vit ongan hava at kappast ímóti, segði Kata Herup.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. mars
4. dagar til fyrsta bríksl
188556
Mánadag 3. mars
Góðan morgun Føroyar
188535
Mánadag 3. mars
Morgunlestur mánadagur 3. mars 2025
188406
Sunnudag 2. mars
Bolero - Spæl føroyskt 2025
188515
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389