Skulu svara hósdagin

Skulu svara hósdagin
Semingsstovnurin hevur lagt semingsuppskot fyri Flogskiparafelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag
Semingsstovnurin er komin upp í sáttmálatrætuna millum Flogskiparafelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.04.2023 - 11:19

Flogskiparafelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag skulu svara Semingsstovninum á middegi hósdagin, um tikið verður av semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin gav pørtunum í gjárkvøldið.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at tíðin var búgvin í gjárkvøldið at lata pørtunum semingsuppskot.  

Samráðingarnar millum flogskiparar og arbeiðsgevarafelagið, sum Atlantic Airways er í, slitnaðu fyri páskir, og Semingsstovnurin var boðsendur.

Semingsroyndin byrjaði týsmorgunin í síðstu viku.

Sáttmálin hjá flogskiparunum, sum var, kom í 2019. Hann vardi til 1.apríl í ár.

Men so leingi samráðingar eru, verður gamli sáttmálin brúktur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717