Avdúkingarnar vísa tað, sum stjórnin visti frammanundan

Avdúkingarnar vísa tað, sum stjórnin visti frammanundan
Danski løgmálaráðharrin sigur, at myndugleikarnar gera alt fyri at reka njósning úr fremmandum londum aftur
Peter Hummelgaard er danskur løgmálaráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.04.2023 - 08:25

Danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, sigur, at danskir myndugleikar gera alt fyri at reka aftur njósning úr fremmandum londum.

Útsøgnin kemur eftir, at nýggj heimildarsending, sum stóru norðurlendsku sjónvarpsstøðirnar hava gjørt, avdúkar, at russar eru í ferð við at kortleggja havvindmyllulundir, gassleiðingar og streym- og netkálplar í havleiðunum kring Danmark, Norra, Finnland og Svøríki.

Kortleggingin verður framd á tann hátt, at fleiri hernaðarlig og sivil skip sigla á norðurlendskum havleiðum og skráseta havbotnin, og hvussu norðurlendska undirstøðukervið er bygt upp.  

Danski løgmálaráðharrin vil ikki viðmerkja ítøkilig mál, men sigur kortini, at avdúkingarnar hava ávirkan, og at tað vísir tað, sum danska stjórnin longu veit frammanundan:

 

20042023_Hummelgaard

 

Dimitry Peskov, sum er talsmaður fyri russiska forsetan, vísir aftur, at Russland fyrireikar sabotasju móti undirstøðukervinum í Danmark.

Tað sigur hann við russiska miðilin, TASS.

Russiska sendistovan í Keypmannahavn hevur higartil ikki svarað áheitanum frá danska kringvarpinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981