Vil hava Svøríki upp í Nato hesumegin summarið

Vil hava Svøríki upp í Nato hesumegin summarið
Amerikanski verjumálaráðharrin hevur verið á vitjan í Stokkhólmi
Amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, og svenski starvsbróðirin, Pål Jonson.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.04.2023 - 15:04

USA vil hava Svøríki upp í NATO hesumegin summarið.

Tað sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, sum var á vitjan í Svøríki í gjár.

Hann vitjaði svenska verjumálaráðharran, Pål Jonson, á Muskö herflotastøðini sunnan fyri Stokkhólm.

Hetta var fyrstu ferð í meira enn 20 ár, at ein amerikanskur verjumálaráðharri vitjar í Svøríki.

- USA arbeiðir áhaldandi fyri, at Svøríki fær NATO-limaskap, segði amerikanski verjumálaráðharrin. Hann legði aftrat, at Svøríki hevur nógv at geva NATO.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944