Nýggjur tónleikafestivalur í Havn í juli

Nýggjur tónleikafestivalur í Havn í juli
Skrapt nevnist nýggjur tónleikafestivalur, sum verður í miðbýnum í Havn 7. til 9. juli
7. og 9. juli sleppa føroyingar at hoyra nøkur av nýggjastu og heitastu tónleikanøvnunum úr Íslandi og Føroyum í hjartanum í Havn
 
17.04.2023 - 14:59

"Vit ynskja at vísa fram tað besta av tí besta, tað skrappasta av tí skrappa, og kitla tínar sansir á ein hátt, tú ikki visti, at tær dámdi."

Soleiðis skriva fyriskipararnir av nýggja tónleikafestivalinum Skrapt á Facebook-síðuni hjá festivalinum. 

Á vanganum stendur eisini, at tað verður niðasti partur av Tórsgøtu, sum liggur í hjartanum av høvuðsstaðnum, ið verður karmur um nýggja festivalin. 

 

Nýggjasta ljóðið og heitastu nøvnini

Lítið annað er enn at frætta um nýggja festivalin, uttan at hann skal vera ein miðdepil fyri nýggjasta ljóðið og heitastu nøvnini. 

Higartil er tað einasta, ið fæst at vita um Skrapt, gjøgnum sosialu miðlarnar, tí Skrapt hevur bæði Facebook og Instagram-vangar. 

Sjósetingin av festivalinum minnir ikki sørt um, tá G! festivalurin á sinni sá dagsins ljós, 

G! byrjaði við, at tað brádliga hingu nakrar plakatir runt umkring við eyðkenda búmerkinum á, og tað var tað. 

 

Skrapt skal arbeiða saman við vinnuni

Tað er kanska ikki so undarligt, um sjósetingin av Skrapt hevur G!-vibes, sum mann sigur í dag, tí ein av fyriskiparunum er Sunneva Háberg Eysturstein, ið eigur og rekur støðini Sirkus, Landskrona og Niðri undir. 

Sunneva Háberg Eysturstein var nevniliga við til at sjóseta G! í síni tíð. 

"Tað manglar ein festivalur í Tórshavn, sum arbeiðir tætt saman við tónleikavinnuni um at fáa føroyskan tónleik út í heim og útlendskan tónleik higar. Hetta er ein nátúrligur partur av menningini av einari profesionellari tónleikavinnu, sum alsamt fær sterkari og stinnari føtur at standa á," sigur Sunneva Háberg Eysturstein. 

"Og so er tað skrapt kunna fylla eitt sovorðið tómrúm út í høvuðsstaðnum við Skrapt," leggur hon afturat. 

 

Tætt samstarv við íslendingar

Fyrstu Skrapt-nøvnini verða kunngjørd í vikuni, tá atgongumerkini til Skrapt eisini verða sett til sølu, sigur Sunneva Háberg Eysturstein. 

Útlendsk nøvn verða at hoyra á Skrapt. Hetta fyrsta árið leggja vit serligan dent á samstarvið við okkara vinir í Íslandi. Skráin fer at innihalda nøkur av mest spennandi og uppkomandi nøvnunum á tónleikapallinum har, og so eitt gott úrval av føroyskum nøvnum eisini."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594