Peru: Politikari dømdur 12 ára fongsul fyri at hava dripið journalist

Peru: Politikari dømdur 12 ára fongsul fyri at hava dripið journalist
Fyrrverandi innanríkisráðharrin, Daniel Uresti, í Peru er dømdur 12 ára fongsul fyri at hava dripið ein journalist í 1988.
Mynd: Daniels Uresti til høgru við sakførara sínum undir sakarmálinum.  
 
14.04.2023 - 12:12

Í Peru er fyrrverandi innanríkisráðharrin og offiserurin í fregnartænastuni hjá herinum, Daniel Uresti, dømdur 12 ára fongsul fyri at hava dripið ein journalist í 1988.

Uresti, sum er konservativur politikari, hevur eisini verið forsetavalevni og er nógv brúktur sum viðmerkjari. 

Hann var offiserur í fregnartænastuni í 1988, tá ið journalisturin Hugo Bustios var dripin.

Bustios arbeiddi fyri at avdúka brot á mannarættindi undir borgarakrígnum í Peru. 

Fyrst var hildið, at hernaðarligi kommunistiski bólkurin 'Lýsandi gøta' hevði framt illgerðina, men seinni kom fram, at herurin drap Bustios fyri at forða fyri, at valdsgerðir móti fólkinum í Huanta-landspartinum vóru umrøddar.

Ákæruvaldið kravdi Uresti dømdan 25 ára fongsul, men fer ikki kæra 12 ára fongsulsrevsingina. 

Uresti umhugsar at kæra dómin.

Í minsta lagi 69.000 fólk vóru dripin ella hvurvu í borgarakrígnum, sum byrjaði fyri meira enn 40 árum síðani og vardi í 20 ár við samanbrestum millum uppreistrarfólk og trygdardeildir, sigur sannleika- og semingsnevndin í Peru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342