- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fuglafrøðifelagið: Hjálpið okkum at skráseta uttangarðsfuglin
Føroya Fuglafrøðifelag heitir á fólk um at hjálpa teimum við at skráseta fugl í summar.
Talan er um at gera seg kláran til seinna árið av sonevndu eBird verkætlanini, og tí er tørvur á fuglaáhugaðum, sum vilja vera við til at telja fugl kring Føroyar í summar.
Í stuttum snýr tað seg um at telja og skráseta uttangarðsfuglin. Talan er ikki um nakra formliga teljing, men heldur at fáa fólk at telja tann fuglin tey koma fram á, tá tey kortini eru farin ein túr í hagan ella aðrastaðni.
Seinasta málið við verkætlanini er at vita, hvussu nýtilig eBird appin er fyri at fáa fólk at telja fugl í Føroyum.
Tað krevur bert, at tú tekur appina niður og telur tann fuglin, sum tú kemur fram á, skrivar Føroya Fuglafrøðifelag, ið vónar, at nógv fara at taka undir við átakinum, so betri yvirlit fæst yvir fuglarnar í Føroyum, og hvar teir støðast.