Náttúrufriðingarnevndin viðger byggiloyvini hjá Varðanum Pelagic í dag 

Náttúrufriðingarnevndin viðger byggiloyvini hjá Varðanum Pelagic í dag 
Tvøroyrar býráð heldur fast um avgerðina at geva Varðanum Pelagic loyvi til at byggja út á Tvøroyri
Millum annað høgi skorsteinurin hevur fingið nógv fólk á Tvøroyri at ivast, um rætt er byggja út.
 
16.10.2024 - 06:21

Tvøroyrar býráð heldur fast um avgerðina at geva Varðanum Pelagic loyvi til at byggja út á Tvøroyri.

Tað er avgerðin um at víðka havnarøkið eystureftir.

Býráðið viðgjørdi mánadagin hoyringarskriv frá náttúrufriðingarnevndini í Suðuroyar sýslu.

Nevndin viðger byggiloyvini hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Fyrsta loyvið, sum var givið fyri góðum tíggju árum síðani, var givið sambært kunngerð, sum ikki var í gildi.

Náttúrufriðingarnevndin viðger málið í dag. 

Umsitingin hjá Tvøroyar kommunu ger vart við, at øll byggiloyvi hjá Varðanum Pelagic eru latin sambært lógini um býarskipanar og byggisamtyktir.     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Týsdag 15. oktober
Mono - Føroysk táttayrking (1:5)
182095
Týsdag 15. oktober
Tíðarrák (1:5)
182052
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907