Aggrasoppar og Tormóður vunnu fyrsta umfar

Aggrasoppar og Tormóður vunnu fyrsta umfar
Aggrasoppar og Tormóður komu víðari í tónleikakappingini Sement í gjárkvøldið
Aggrasoppar.
 
09.04.2023 - 08:56

Aggrasoppar og Tormóður komu víðari í tónleikakappingini Sement í gjárkvøldið.

Um Aggrasoppar søgdu dómararnir millum annað, at konseptið var gjøgnumført, bæði musikalskt og visuelt.

Tormóður fekk skotsmálið, at bólkurin hevði stýr upp á sítt sound, og konseptið var sannførandi.

Seks bólkar og einstaklingar vóru við í umfarinum í gjárkvøldið. 

Tey vóru Aggrasoppar, Volapück, Nafro, Simona, Brak og Tórmóður.

Trý umfør

17 bólkar og einstaklingar eru við í Sement.

Tey eru í trimum undanumførum.

Næsta umfar verður 15.apríl.

Eisini tað verður sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Finalan verður 29.apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594