- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvotan minkað ein triðing men avlop kann flytast
Gulllaksakvotan í ár er ein triðing minni enn í fjør.
Hon er 12.800 tons í ár. Kvotan var 18.000 tons í fjør.
Kungerðin um gulllaksafiskiskapin í ár er komin.
ICES mælir til ikki at fiska meira enn 17.000 tons av gulllaksi í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland.
Søguliga hava føroysk skip fiskað 75 prosent av hesum gulllaksinum.
Somu skip
Somu seks trolarar, sum høvdu loyvi í fjør, sleppa at fiska gulllaks í ár.
Teir fáa egna árskvotu. Kvotan er 2.133 tons.
Var øll kvotan ikki fiskað í fjør, kunnu skipini flyta tað, sum eftir er, til í ár.
Tó í mesta lagi so nógv, sum samsvarar við 10 prosent av egnu árskvotuni í 2022.
Tá gulllaksur verður fiskaður, kann hjáveiðan vera í mesta lagi fimm prosent av toski, hýsu og upsa og 15 prosent av øðrum fiskasløgum í hvørjum háli.
Meskastøddin skal vera minst 70 millimetrar.