![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/jupiter4.jpg?itok=yyYK6ytO)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggi Jupiter komin í flotan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jupiter_4.jpg?itok=T2qEzwfA)
Nýggja uppsjóvarskipið Jupiter er komin til landið.
Nýggi Jupiter er komin fyri gamla Jupiter, sum er seldur til felagið Framherja í Fuglafirði.
Jupiter, sum er eitt nýggjari skip, er eitt sindur størrii enn tann gamli, segði stjórin Jógvan Martin Ferjá Joensen við útvarpið 1 februar í ár.
Felagið North West Pelagic keypti gamla Jupiter frá Varðanum í 2020, og hann tók tá tvær ferðir so nógv sum táverandi skipið hjá felagnum, Norðhavið.
Tvey svartkjaftafiskiloyvi
Jupiter hevur sambært Teggjuni tvey svartkjaftafiskiloyvi.
Eina eginárskvotu uppá 1.551,02 tons á ytru landleiðini og eina eginárskvotu uppá 2.684,32 tons, sum er latin sum ískoytiskvota til vinnuligar royndir.
Tað eru sjey ár síðani, at North West Pelagic misti fiskiloyvi, tí Fiskimálaráðið metti, at hollendski minnilutaeigarin hevði ræðið á felagnum.
Fiskimálaráðið tapti tó málið í Føroya rætti og var dømt at rinda endurgjald til North West Pelagic.
Støddin á endurgjaldinum skal avgreiðast í samráði við Fiskimálaráðið.