- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendingar móti aling á sjónum
Íslendingar móti aling á sjónum
59 prosent eru ímóti slíkari aling, visir kanning
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/alibruk.jpg?itok=ObDFVkd1)
Á bygd eru fleiri enn tey í Reykjavík og har um leiðir, sum taka undir við aling á sjónum, vísir kanningin. (Savnsmynd)
05.04.2023 - 08:50
Meirilutin av teimum spurdu í einari kanning í Íslandi vil ikki hava aling á sjónum.
59 prosent eru ímóti slíkari aling.
Bara 19 prosent eru fyri. 22 prosent eru hvørki fyri ella ímóti.
Á bygd eru fleiri enn tey í Reykjavík og har um leiðir, sum taka undir við aling á sjónum.
Á høvuðsstaðarøkinum eru 65 prosent ímóti, sigur kanningin.
Serliga tey ungu, tey millum 18 og 24 ár, taka undir við aling á sjónum.
Okkurt um 1.000 fólk vóru við í kanningini, sum var gjørd í februar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV