- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendsk skip sera góðan lodnufiskiskap
Íslendsk skip sera góðan lodnufiskiskap
Vilhelm Þorsteinsson hjá Samherja fiskaði mest, 21.421 tons
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vilhelm.jpg?itok=zCBogkbd)
Vilhelm Þorsteinsson var besta skipið í íslendsku lodnuveiðini í ár.
Mynd: Baird Maritime
04.04.2023 - 08:21
Lodnufiskiskapurin hjá íslendingum var sera góður í ár.
Serliga í mars var hann góður. Tá mistu skipini ikki ein einasta dag fyri veður.
Útflutningsvirðið hjá lodnuni er tvær milliardir krónur í okkara pengum.
Vilhelm Þorsteinsson hjá Samherja fiskaði mest, 21.421 tons.
Skipið hevði eisini størstu lastina, 3.331 tons., sum tað landaði á Seyðisfirði 17.mars.
Fjórðingurin er landaður í Vestmannaoyggjunum.
Ein heilt lítil partur, 0,65 prosent, er landaður uttanlands, í Danmark.
Føroysk skip fiskaðu 8.000 tons av lodnu í februar og 15.000 tons í mars sambært tølum hjá Vørn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV