- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuprísurin hækkar aftur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/oljuboripallur_0.jpg?itok=dyMATg_M)
Oljuprísurin hækkar óvæntað eftir fráboðan frá Saudiarabia og OPEC+, og sambært greinarum, veksur trýstið á miðbankarnar aftur.
Saudiarabia og Russland eru vorðin tættari, og víðkaða samtakið fyri oljuframleiðandi lond, OPEC+, hevur avgjørt at skerja oljuframleiðsluna meira enn eina millión tunnur um dagin.
Helvtin av teimum koma úr Saudiarabia, og tað svarar til fimm prosent av framleiðsluni hjá landinum.
Við tiltakinum vóna londini at hækka oljuprísin aftur, eftir at hann í stigum er lækkaður síðani summar, tá ið oljuprísurin setti met.
Hækkaði átta prosent í morgun
Tíðindini um tiltakið bórust í gjár á formligum fundi í bólkinum, og tá ið marknaðurin læt upp í morgun, hækkaði prísurin fyri ráolju átta prosent.
Í løtuni er príshækkingin niðan fyri fimm prosent.
Samstundis boðar Russland frá, at har halda tey fram við at framleiða 500.000 færri tunnur av olju um dagin, skrivar m.a. Financial Times.
Prísurin á olju lækkaði nógv, eftir at bankin Silicon Valley Bank fór av knóranum, og ófriðurin í fíggjarliga geiranum fekk íleggjarar at stúra fyri ov lítlum eftirspurningi.
75 dollarar í mars
Eftir at hava verið uppi á 110 - 120 dollarum fyri tunnuna meginpartin av 2022, lækkaði oljuprísurin stigvíst niður í 75 dollarar fyri tunnuna miðskeiðis í mars.
Í hesi løtu er prísurin 83,5 dollarar fyri tunnuna, og tað er nógv samanborið við seinastu fimm árini, men framvegis lutfalsliga lítið samanborið við 2022.
Niðurskurðurin í framleiðsluni hjá OPEC+ og Russlandi er í størsta mun komin fyri at trýsta prísin upp, eftir tiltøkini móti russiskari olju.