Skalvalop í Norra kravt mannalív

Skalvalop í Norra kravt mannalív
Veðrið er einki serligt summa staðni í Norra um vikuskiftið, og nógva staðni hava skalvalop verið.
Skalvalop hava kravt fýra mannalív har norðuri í Norra um vikuskiftið
Mynd: VG  
 
02.04.2023 - 14:08

Í trimum ymsum norðurnorskum kommunum hava fýra fólk latið lív í skalvalopi, og tað hevur fingið borgarstjórarnar í Lyngen, Nordreisa og Karlsøy kommunum at gera vart við seg.

Teir hava biðið um fund við tríggjar ráðharrar í norsku stjórnini fyri at kunna teir um støðuna.

- Vit vilja vísa teimum, hvussu álvarslig støðan hjá okkum er, sigur ein av borgarstjórunum, Dan-Håvard Johnsen í Lyngen kommunu.

Hann heldur, at neyðugt er við eini ætlan fyri alt landið, ið skal forða fyri, at skalvalop krevja mannalív.

Ikki minst uppliva hann og hinir borgarstjórarnir, at ferð eftir ferð fara túsundtals fremmand ferðafólk í fjallaøkini, har lívsvandi kann standast av at ferðast.

Eisini har norðuri í Svøríki gera skalvalop um seg, og hóast støðan ikki hevur verið so álvarslig sum har norðuri í Norra, verða fólk ávarað ímóti at fara í fjøllini, har vandi kann vera fyri skalvalopi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342