Taliban stongir útvarpsstøð

Taliban stongir útvarpsstøð
Einasta kvinnuliga útvarpsstøðin í Afghanistan, Sadai Banowan, varð hósdagin stongd av Taliban-stýrinum.
Sadai Banowan var einasta kvinnuliga útvarpsstøðin í Afghanistan
Mynd: AP  
 
02.04.2023 - 10:21

Hesi tiðindi hevur AP-tíðindastovan frá Najiu Sorosh, sum hevur staðið á odda fyri útvarpsstøðini.

- Umboð fyri afghanska mentanar- og reinlætismálaráðið møttu upp á støðini og stongdu hana, sigur hon.

Najia Sorosh sigur hetta vera eitt óneyðugt stig hjá Taliban-stýrinum at taka, tí útvarpsstøðin hevur hildið allar lógir og reglur.

Nógv tíðinda- og miðlafólk mistu størv síni, tá ið Taliban í august í 2021 aftur tók við valdinum í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342