Russland stýrir nú ST-trygdarráðnum

Russland stýrir nú ST-trygdarráðnum
Heimsins vánaligasta aprílsøga, heldur ukrainski uttanríkisráðharrin
Russland yvirtekur í dag formansskapin í ST-trygdarráðnum
Mynd: Savnsmynd  
 
01.04.2023 - 15:52

Russland yvirtekur í dag formansskapin í ST-trygdarráðnum. Sostatt skal ráðið, sum hevur til uppgávu at varðveita frið og trygd í heiminum, tann komandi mánaðin stýrast av einum landi, hvørs forseti er ákærdur fyri krígsbrotsverk.

Ukrainski uttanríkisráðharrin Dmytro Kuleba kallar hetta "heimsins vánaligasta aprílsøga".

"Landið, sum systematiskt ger seg inn á allar grundleggjandi reglur um altjóða trygd, situr nú við borðendan í einum stovni, hvørs einasta endamál er at verja og varðveita altjóða trygd," sigur Kuleba sambært CNN.

Formansskapurin í ST-trygdarráðnum gongur upp á skift millum tey 15 limalondini í trygdarráðnum. Av hesum eru fimm fastir limir. Teir eru Russland, Kina, USA, Bretland og Frakland.

Eygleiðarar halda ikki, at tað fer at ávirka sjálvt kríggið í Ukraina stórvegis, at Russland hendan komandi mánaðin hevur formansskapin í trygdarráðnum. 

Talan er ikki um ein so øgiliga valdsmiklan sess, men hann gevur Russlandi møguleika at skipa fundir um evnir, sum landið sjálvt kann velja. Og Russland hevur longu boðað frá, at ein fundur verður um, hvussu lond bróta bann móti vápnaútflutningi. Mett verður, at hetta er eitt politiskt prik til serliga USA, sum hevur hjálpt Ukraina við vápnum.

Seinast, Russland hevði formansskapin í ST-trygdarráðnum, var í februar 2022 - sama mánað, sum russiskar herdeildir gjørdu innrás í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342