Ukraina havnar vápnahvíld

Ukraina havnar vápnahvíld
Ráðgevin hjá Volodymur Zelenskyj forseta í Ukraina, Mykhailo Podoljak, havnar øllum æltanum um vápnahvíld, har russiskar deildir kunnu vera verðandi á hertiknum øki.
 
01.04.2023 - 09:54

- Øll uppskot um vápnahvíld merkja, at Russland fær heimild til at vera verðandi í hertiknu økjunum. Og tað kann als ikki góðtakast, skrivaði Mykhailo Podoljak á Twitter í gjárkvøldið.

Kina legði í februar mánaði fram eina friðarætlan í 12 stigum, og bað um umfatandi vápnahvíld í Ukraina. 

Kinesiski forsetin Xi Jinping var á vitjan í Russlandi í farnu viku, har hann legði fram ætlanina fyri russiska forsetan Vladmimir Putin.

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, hevur áður sagt, at Beijing manglar trúvirði sum friðarmeklari í Ukraina, tí Kina hevur ikki fordømt russisku innrásina í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342