- Tíðindi, mentan og ítróttur
300 færri fiskiskip í Íslandi
300 færri fiskiskip í Íslandi
Í fjør vóru fiskiførini 1.540, níggju færri enn í 2021
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/islendsk_fiskiskip_0.jpg?itok=VEGmySWX)
42 trolarar eru skrásettir í Íslandi. (Savnsmynd: Morgunblaðið)
31.03.2023 - 08:56
Yvir 300 færri fiskifør eru nú í Íslandi enn fyri 20 árum síðani.
Í fjør vóru fiskiførini 1.540, níggju færri enn í 2021, skrivar Morgunblaðið.
42 trolarar eru skrásettir í Íslandi.
Miðalaldurin hjá trolarum var hægstur í 2016, tá hann var 30 ár.
Men nógvir nýggir trolarar eru komnir seinastu árini. Í fjør var miðalaldurin 22 ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV