- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingið skal taka støðu til starvsheitini løgkvinna og løgtingsforkvinna
Formansskapurin í løgtinginum hevur skotið upp at broyta tingskipanina og stýrisskipanina soleiðis, at skipanirnar javnseta almennu starvsheitini løgkvinna, løgtingsforkvinna og næstforkvinna við heitini løgmann, løgtingsformann og næstformann.
Á tingfundið í dag fer Løgtingið at atkvøða fyri at beina uppskotið frá formansskapinum í eina grein 25-nevnd.
Fyrsta viðgerð var í gjár.
26 lógir um fíggjarligt virksemi
Løgtingið fer eisini at viðgera broytingar í 26 donskum lógum um fíggjarligt virksemi, sum skulu setast í gildi í Føroyum.
Talan er um høvuðslógina, sum eitur "lov om finansiel virksomhed". Hon var seinast broytt fyri Føroyar í 2017.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið sigur, at tað er umráðadi, at lóggávan um føroysku peningastovnarnar ikki dragnar ov nógv í mun til tað, sum er galdandi í Danmark og í hinum ES-londum.
Grundvatn og tøkugjøld eisini á skrá
Onnur mál á skrá eru lóg um grundvatn, sum skal áseta greiðar reglur um, hvussu loyvi kann veitast at gagnnýta grundvatn, og uppskotið um tillagingar í tøkugjaldinum, sum Sambandsflokkurin hevur latið uppskotinum.
Tað er at kalla sama uppskot, sum undanfarna samgonga legði fram í september í fjør, men sum datt burtur, tá løgtingsval varð útskrivað.
Samgongan fer í næstum eisini í løgtingið við uppskoti um at broyta tøkugjøldini.
Tingfundurin byrjar klokkan 11.