Sjóneykuna á virðisvøkstur

Sjóneykuna á virðisvøkstur
Gestarøðarar koma úr Norra og Íslandi, tá ið Fiskivinnuráðið í næsta mánaði skipar fyri ráðstevnu.
 
19.03.2023 - 18:14

Mikudagin 19. apríl skipar Fiskivinnuráðið fyri ráðstevnu um virðisvøkstur í fiskivinnuni.

Tveir gestarøðarar vera við, annar úr Norra og hin úr Íslandi, og báðir hava drúgvar royndir við virðisøking í fiskivinnuni.

Margareth Kjerstad úr Norra er granskingarleiðari á C Food Norway, sum framleiðir hádygdarvørur úr hjávørum, so sum høvd, bein og innvøli.

Hin fyrilestrarhaldarin verður eitt umboð frá Matís í Íslandi, sum hevur arbeitt við tí sama í mong ár.

Føroyskar framløgur
Somuleiðis verða framløgur frá umboðum úr føroysku fiskivinnuni, sum hava gjørt sær royndir innan økið.

Hesar fara serliga at leggja dent á møguleikar, forðingar og hvat krevst fyri at menna hjávørur úr botnfiskiskapinum til hávirðisvørur, og hvussu uppsjóvartilfeingið kann virðisøkjast meira.

Advent Management samskipar ráðstevnuna, sum verður á Hotel Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342