Faroe Origin stóra framgongd

Faroe Origin stóra framgongd
Faroe Origin, sum hevur heimstað í Heiðunum, hevði í fjør 10,2 milliónir krónur í avlopi.
 
19.03.2023 - 15:22

Hetta er eitt munandi frægari úrslit enn í fyrraárið, tá ið felagið hevði eitt hall upp á 3,8 milliónir krónur.

Síðani 2011 hevur Faroe Origin annars í miðal havt 6,2 milliónir krónur í halli um árið.

Tað skrivar Vágaportalurin.

Heildarveiðan hjá trolarunum hevur verið tann minsta nakrantíð, men tað verður væl og virðiliga uppvigað av, at prísurin var góður.

Leiðslan í Faroe Origin sær minkandi nøgdirnar sum eina avbjóðing, tí tær eru ov smáar til støðuga framleiðslu, sum er avgerandi fyri at fólkið skal støðast.

Tí má felagið útvega sær ein størri part av rávøruni frá øðrum veitarum, bæði innan- og uttanlands.

Fíggjarstøðan hjá Faroe Origin, sum Framherji, Varðin og Súlur eiga meginpartin av, javnvigar við 177 milliónum krónum, harav 13 milliónir eru eginpeningur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342