FM-heitið í talvi avgerast

FM-heitið í talvi avgerast
Í dag endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari á Skúlatrøð í Klaksvík, sum fór í gongd klokkan 10.
Kappingin um føroyameistaraheitið í talvi verður avgjørd í dag við finaludysti millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag
 
18.03.2023 - 10:27

Mesti spenningurin er í 1. deild, har Sandavágs Talvfelag hevur verið einaráðandi í vetur og vunnið allar níggju dystirnar.

Men kortini er eingin avgerð fallin enn. Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag eru tvey stig aftanfyri. 

Vágamenn standa seg tí við hálvumøðrum stigi í innanhýsis dystinum millum oddaliðini í seinasta umfarinum, tí tað røkkur til FM-sigurin.

Havnarmenn mugu afturímóti vinna finaluna á vágamonnum í minsta lagi 3-1. Gera teir tað, verður umdystur um FM-heitið í dag við nýggjari finalu í kviktalvi. 

Talvsambandið vísir leikirnar á teimum fýra borðunum í FM-finaludystinum beinleiðis á heimasíðuni faroechess.com.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944