Føroysku fótbóltskvinnurnar hava fingið nýggjan landsliðsvenjara

Føroysku fótbóltskvinnurnar hava fingið nýggjan landsliðsvenjara
Fótbóltssambandið hevur sett 36 ára gomlu Signe Pries Andersen í starv sum landsliðsvenjara hjá A-landsliðnum við kvinnum
Nýggi landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Signe Pries Andersen, saman við Christiani Andreasen, FSF-forseta
Mynd: FSF  
 
17.03.2023 - 11:07

Signe Pries Andersen er sett sum nýggjur venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, skrivar FSF.

Harumframt skal 36 ára gamli danin samstarva við føroysu fótbóltsfeløgini um menning av gentu- og kvinnusíðuni sum heild.

 –  Signe hevur góðar og viðkomandi starvsroyndir við sær, og so hóskar hennara menska og virðir sera væl til tann vegin, vit ynskja at flyta føroyskan gentu- og kvinnufótbólt, so vit eru ótrúliga væl nøgd við, at vit nú kunnu kunngera hana sum starvsfólk hjá okkum, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandinum.

Sjálv greiðir Signe Pries Andersen frá, at hon gleðir seg sera nógv til nýggju avbjóðingarnar. 

– Eg eri ómetaliga spent til at byrja í starvinum. Eg havi fingið eina góða mynd av føroyskum fótbólti og síggi nógvar spennandi møguleikar í tí arbeiðnum, sum verður gjørt fyri at lyfta gentu- og kvinnufótbóltin í Føroyum. Samansetingin millum landsliðsarbeiðið og gerandisdagin, har vit skulu royna at menna umhvørvini úti í feløgunum, hóskar eisini sera væl til mín, sigur danin. 

Sum spælari hevur Signe Pries Andersen umboðað donsku feløgini Vejle, SønderjyskE, Brøndby og KoldingQ, og hon hevur eitt nú vunnið fimm donsk meistaraheiti og spælt Champions League fjórðings- og hálvfinalur við Brøndby fyrst í 10’unum. 

Útbúgvingarliga tekur hon í løtuni UEFA Pro-venjaraprógv, umframt at hon hevur kandidatútbúgving í ítrótti og heilsu við sergrein í kapping og úrvalsítrótti.

Signe er í starvi hjá DBU í løtuni og hevur tí uppsagnartíð har, áðrenn hon kann byrja í starvinum í Føroyum. Hon hevur mann og tvey børn við sær, tá hon í summar flytir til Føroya, og formelt byrjar hon í starvinum 1. juni, skrivar Fótbóltssambandið í dag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV