108 íverksetarafeløg strikað síðani 2017

108 íverksetarafeløg strikað síðani 2017
Síðan tann 1.januar 2017 eru 108 íverksetarafeløg í Føroyum strikað. 39 eru strikað, tí tey sjálvi bóðu um tað. Hini 69 eru avtikin við tvingsli í Skiftirættinum
Mynd: Shutterstock.com  
 
17.03.2023 - 06:55

1.januar 2017 varð loyvi givið í Føroyum um at stovna íverksetarafelag í Føroyum. 

Tá gjørdist tað gjørligt, við einari krónu, í kapitali at stovna íverksetarafeløg í Føroyum. 

10.mars í ár vóru 617 íverksetarafeløg virkin.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Erling Eidesgaard, løgtingsmann, sum spurdi um íverksetarafeløg.

 

69 strikað í Skiftirættinum

Men síðan 1.januar 2017 eru 108 íverksetarafeløg eisini strikað.

39 eru strikað, tí tey sjálvi bóðu um tað.

Hini 69 eru strikað, tí Skráseting Føroya sendi tey í Skiftirættin til tvingsilsavtøku.

Antin komu tey ikki við ársfrásøgn, ella leyk felagsleiðslan ikki krøvini. 

Í 2020 vóru fyrstu húsagangirnir hjá íversetarafeløgum.

 

Brúkt til undandrátt

Erling Eidesgaard ger í sínum spurningi til Høgna Hoydal vart við, at danska stjórnin gjørdi av í februar 2019 at steðga hesum møguleika í Danmark.

Erhvevsstyrelsen staðfesti, at íverksetarafeløgini meira enn onnur partafeløg blivu brúkt til undandrátt.

Feløgini settu seg í skuld fyri síðani at fara á húsagang. 

Sostatt mistu bæði landið og privatir kreditorar lutfalsliga meira pening av íverksetarafeløgum enn øðrum partafeløgum, sigur Erling Eidesgaard.

 

Nógv orka brúkt til vegleiðing

Høgni Hoydal svarar, at royndirnar hjá Skráseting Føroya eru, at stór umsitingarlig orka verður brúkt til at vegleiða, tá íverksetarafeløg verða stovnað ella broytingar skulu gerast.

Meira enn fjórða hvørt íverksetarafelag kemur ikki við ársfrásøgnina rættstundis.

So at siga øll íverksetarafeløg hava ikki grannskoðara.

 

Eingi tøl fyri privata missin

Landið hevur mist slakar 718.000 kr. í meirvirðisgjaldi og slakar 270.000 kr. í skatti, tí íverksetarfeløg eru farin av knóranum. 

Skiftirætturin hevur goldið bústjórum 200.000 kr. um árið.

Eingi tøl eru, sum siga, hvussu nógv, privatir kreditorar missa. 

Høgni Hoydal sigur, at hann fer at biðja umsitingina hjá sær, Skrásetingina og TAKS koma við einum tilmæli um broytingar í skipanini um íverksetarafeløg.

Endamálið er framvegis at hava smidligar skipanir fyri íverksetarafeløg, men betri amboð at forða møguligari misnýtslu og sleppa undan, at ov nógv óneyðug orka verður brúkt í umsitingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982