Sí myndirnar: Vøggustovan Stella Maris tikin niður

Í dag var farið at taka Stella Maris vøggustovuna í Havn niður.

Nýggj hádeild í Sankta Frans skúla skal byggjast á økinum, har vøggustovan hevur verið.

Nýggi skúlin skal eftir ætlan verða liðugur til skúlárið 2024/25. Hann verður mettur at kosta 28,5 milliónir kr.

 

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum við Súnu Mørk, forkvinnu í trivnaðarnevndini í Tórshavnar kommunu, um nýggja skúlan:

 

14032023_Suna_Mork_um_skula

 

Advokatskrivstova

Tórshavnar kommuna skrivar, at húsini, har Stella Maris vøggustova hevur hildið til, hava í fleiri umførum verið advokatskrivstova og bústaðarhús.

Børge Hustedt Andersen, advokatur, keypti tey 1936, og hann húsaðist har, til hann fór av landinum í 1949.

 

Vøggustova í 1965

Húsini hava síðani verið brúkt til m.a. kostskúla hjá nonnunum seinast í 50-unum og síðani til millumskúla, áðrenn vøggustova flutti inn.

Søgan um Stella Maris vøggustovuna gongur aftur til 1958, tá nonnurnar settu á stovn fyrstu vøggustovuna í landinum.

Í fyrstani helt vøggustovan til í tveimum skúlastovum á Sankta Frans skúla hinumegin vegin, men í 1965 flutti vøggustovan í betri og rúmligari umstøður í Stella Maris, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera