- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: FMA verður ársins tónleikaveitsla
Leygarkvøldið er ársins stóri dagur hjá føroyska tónleikapallinum. Tá verða FMA-heiðurslønirnar handaðar.
FMA stendur fyri Faroese Music Awards.
Tiltakið er alment, og atgongumerkir kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Hetta verður gjørt í stórari sending beinleiðis í sjónvarpinum.
FMA er ársins tónleikaveitsla, og fólk kunnu gleða seg til spennandi framførslur við Brimheim, ið hevur havt eitt sera spennandi ár, Steintóri Rasmussen, kórinum Silvitni, Guðrið Hansdóttur, Vágaverki, Konsørn og RSP.
Fyrireikingarnar til FMA eru í gongd í Norðurlandahúsinum, har tiltakið verður send frá leygarkvøldið. Nógvir ljóðtøkningar eru til arbeiðis, fyri at fáa tiltakið út til Føroya fólk.
Nógv verður eisini gjørt burtur úr ljósinum, so fólk kunnu gleða seg til ein flott show.
Váðaverk ella Vágaverk er millum bólkarnar, ið eru í uppskoti fyri at hava útgivið bestu plátu í fjør. Ivaveður ella Ivavegur eitur hon, og Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen fara at framføra í annaðkvøld.
Tað er tíggjunda árið á rað at skipað verður fyri FMA, har bestu avrikini innan føroyskan tónleik farna árið verða heiðrað!
Jóan Jakku Guttesen gevur onga ábendingar um, at hann ætlar sær at slakka av. Í 2020 útgav hann plátuna Stongum & Guttesen, saman við Magnus á Stongum, og í fjør gav hann út Ivaveður við Vágaverki.
10 FMA-heiðurslønir skulu handast í annaðkvøld, og sjey framførslur eru á skránni.
Tilnevningarnar kunnu síggjast her.
- Ársins útgáva
- Ársins lag
- Ársins kompositión
- Ársins útgáva/konsert
- Ársins spíri
- Ársins tekstur
- Ársins visuelli samleiki
Virðislønir, sum ikki hava tilnevningar:
- Ársins eksport átak
- Ársins tónleikaheiður
- Áhoyraravirðislønin
Tónleikasamband Føroya skipar fyri tiltakinum, og Kringvarp Føroya, Norðurlandahúsið og Miðlahúsið eru samstarvsfelagar.
|