Fótbólturin útsettur

Fótbólturin útsettur
2. umfar av Betri-deildini við monnum og 1. umfar av bestu deildini við kvinnum, sum skuldu spælast um vikuskfitið, eru útsett. Grundin er kalda veðrið og liggjandi kavin
Páll Klettskarð skoraði fýra ímóti TB, men sleppur ikki at skjóta mál um vikuskiftið
 
09.03.2023 - 12:27

Eingin fótbóltur verður í bestu mans- og kvinnudeildunum um vikuskiftið, skrivar in.fo.

Kalda veðrið og liggjandi kavin eru orsøkin til, at Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt av at útseta fótbóltin.

2. umfar hjá monnum verður í staðin spælt mikudagin 12. apríl, meðan dystirnir, sum skuldu spælast í 1. umfari hjá kvinnum, eru útsettir til mikudagin 3. mai.

Dystirnir í næstbestu deildini hjá monnum og í U21-deildini eru eisini útsettir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV