Montenegro-venjarin skoraði ímóti Føroyum í 1991

Montenegro-venjarin skoraði ímóti Føroyum í 1991
Í 1991 skoraði Robert Prosinečki, sum í dag er venjari hjá Montenegro, ímóti Føroyum fyri Jugoslavia, sum vann 7-0 í EM-dysti í Beograd. Vit royndu at minna hann á tað
24.03.2025 - 17:36

Í dag er hann venjari hjá Montenegro.

Í 1991 - áðrenn borgarakríggj skræddi landið sundur - var Robert Prosinečki ein av stjørnunum á krútsterka liðnum hjá Jugoslavia.

Føroyar vóru komnar upp í altjóða fótbólt við einum braki við sigri á Eysturríki, máli ímóti Danmark í Parkini og javnleiki ímóti Norðurírlandi, men jugoslavar syrgdu fyri, at føroyingarnir eisini komu niður aftir á jørðina við einum braki, tá teir tóku ímóti í Beograd.

Miðvallarstjørnan Robert Prosinečki skoraði annað málið av sjey í stórskrædli, sum bar boð um, at Føroyar framvegis høvdu bæði eitt og annað at læra í altjóða fótbóltspallinum. 

Tróndur Arge hitti núverandi venjaran hjá Montenegro, og royndi at finna útav, hvussu nógv hann mintist til málið í Beograd fyri skjótt 34 árum síðan.

 


Robert Prosinečki hevur skorað til 2-0 ímóti Føroyum. Miðvallarin spældi fyri bæði Real Madrid og Barcelona í nítiárunum eftir nøkur góð ár hjá Reyðu Stjørnu, sum vann European Cup í 1991.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878